Norðurkorea hóttir við hevnd

Stýrið í Norðurkorea er í øðini, tí USA hevur gjørt av at ógilda eina avtalu um at lata landinum matvøruhjálp. Amerikanska stjórnin sigur, at hon hevur tikið avgerðina, tí at Norðurkorea valdi at royna eina langtberandi rakett, sjálvt um altjóða samfelagið hevði mótmælt.

Í einari fráboðan í dag sigur stýrið í Pyongyang, at nú USA hevur slept avtaluni, kennir Norðurnorea seg heldur ikki bundið til at halda sín part av henni. Eftir avtaluni skuldi Norðurkorea ikki royna fleiri rakettir, gevast við at ríka uran og steðga øllum kjarnorkuroyndum.

-USA hevur alla ábyrgd av møguligum avleiðingum, nú landið hevur ógildað avtaluna, stendur í fráboðanini frá norðurkoreanska uttanríkisráðnum. Norðurkoreanska stjórnin kunngjørdi í gjár, at hon fer at sýta eftirlitsmonnum hjá Altjóða Kjarnorkustovninum atgongd til landsins kjarnorkuútbúnað.

Eygleiðarar í Suðurkorea vænta, at Norðurkorea helst fer at gera eina kjarnorkuroyndarspreinging afturat ella at royna eina langtberandi rakett.