Stýrið í Norðurkorea er í øðini um, at myndugleikarnir í Suðurkorea hava lagt norðurkoreanar undir at hava søkt eitt suðurkoreanskt herskip fyrr í ár. Suðurkoreanska herleiðslan sigur seg hava haldgóð prógv fyri, at tað var ein norðurkoreonsk torpedo, sum søkti herskipið. 46 fólk doyðu.
Norðurkoreanska verjunevndi vísir skuldsetingini aftur og hóttir við kríggið, um Suðurkorea ella onnur koma við revsitiltøkum.
Suðurkoreanskir serfrøðingar hava kannað tilburðin, tá herskipið Cheonan sakk, og teir hava fingið hjálp úr USA, Bretlandi og Svøríki. Niðurstøðan er, at tað var ein torpedo frá einum norðurkoreonskum kavbáti, sum søkti skipið.
-Tað er eingin onnur sannlík frágreiðing, stendur í frágreiðingini, sum varð almannakunngjørd í Suðurkorea í dag.










