Norðurkorea fall við æru

Norðurkorea vardi væl í fyrra hálvleiki og hildu fimmfaldu heimsmeistarunum frá teimum vandamiklu møguleikinum. Tíggju minuttir inn í seinna hálvleik kom Brasilia á odda. Tað høgri bakkurin, Maicon, sum úr spíksum skoraði. Góðar tjúgu minuttir seinni økti Elano til 2-0, men stutt fyri dystar enda miknaðu Norðurkorea um munin við máli frá Ji Yun-Nam.

 

Brasilia sá ikki út sum tað sprutlandi samba liðið, ið Brasilia mangan verður sett í samband við. Heldur royndu teir seg við nógvum langskotum. Brasilia fekk stigini, meðan Norðurkorea prógvaði at teir eru ongin ?Walkover? dystur.