-Norðurkorea noyðist at velja, um landið vil hava eina framtíð ella kjarnorkuvápn. Talan verður ikki um bæði, sigur USA.
Síðani Norðurkorea fyri nøkrum døgum síðani boðaði frá, at landið fyrireikar seg til eina kjarnorkuroyndarspreinging, hevur stórt diplomatiskt virksemi verið í Fjareystri og á ST-høvuðsborgini í New York.
Japan og Suðurkorea hava gjørt greitt, at tey fara ikki at góðtaka, at Norðurkorea roynir eina kjarnokrubumbu, og amerikanskir talsmenn eru sera hvassorðaðir.
-Norðurkorea noyðist at velja, um landið vil hava kjarnorkuvápn ella eina framtíð, tí talan verður ikki um bæði, sigur amerikanski varauttanríkisráðharrin Christopher Hill. Hann vil ikki siga, hvat USA ætlar sær at gera við málið, men USA fer ikki at bíða, til Norðurkorea hevur fingið sær kjarnorkuvápn, sigur hann við AP.
Í New York roynir amerikanski ST-sendiharrin, John Bolton, at fáa trygdarráðið at semjast um neyðug stig. Í gjár hevði ráðið fund um ta spentu støðuna, og sambært bretska sendiharranum, Emyr Jones Parry, samdist ráðið um at lata ein serfrøðingabólk gera eitt tilmæli um, hvørji stig ST eigur at taka.
Amerikanarar hava kært seg um, at Russland og Kina vilja ikki fordøma Norðurkorea og tess ætlanir, men russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, sigur við Reuters, at Russland kann als ikki góðtaka eina norðurkoreanska kjarnorkuroyndarspreinging. Kinesika stjórnin avsannar eisini, at hon skal hava verið ov afturhaldandi í sínum atfinningum at norðurkoreansku ætlanini.
Norðurkoreanar sjálvir hava ikki sagt eitt orð um tey nógvu mótmælini.