Norðurkorea: -Á eggini til kríggj

Norðurkoreanska stýrið skuldsetir í dag Suðurkorea fyri at økja spenningin á Koreanesinum við tí, sum stýrið kallar ?markleysan hernaðarligan ágang?, samstundis sum landið drálar við at lata Norðurkorea ta menningarhjálp, sum er avtalað.

Almenna norðurkoreanska tíðindastovan KCNA skrivar, at Suðurkorea hevur órógvað roynirnar at bøta um viðurskiftini millum tey bæði grannalondini.

-Tann ágangandi politikkurin hjá Suðurkorea hevur koyrt okkum út á eggina til eitt kríggj, skrivar KCNA.

Suðurkoreanski forsetin hevur mælt sínum fólki frá at leypa framav. Sum skilst hevur hann sagt, at Suðurkorea fer ikki at taka nakað hernaðarligt stig, um Norðurkorea bindur frið.