Norðurkorea boðar frá kjarnorkuroynd

Norðurkorea fyrireikar eina kjarnorkuroyndarspreinging og fleiri royndir við langtberandi rakettum. Tað kunnger tann ovasta herleiðslan ígjøgnum ta almennu tíðindastovuna KCNA og ger samstundis greitt, at tað er USA, sum er fíggindin.

-Vit skulu ikki dylja tann veruleika, at kjarnorkuroyndin og teir ymsu fylgisveinarnir og tær langtberandi rakettirnar, sum vit fara at royna, eru vend ímóti USA, stendur í kunngerðini frá herleiðsluni.

Eygleiðarar halda, at kunngerðin hjá norðurkoreonsku herleiðsluni hevur samband við, at ST-trygdarráðið júst hevur samtykt at herða tiltøkini ímóti Norðurkorea. Øll tey 15 londini í trygdarráðnum atkvøddu fyri.

Avgerðin hjá ST-trygdarráðnum er ein avleiðing av, at Norðurkorea royndi eina rakett í desember.