Norðuratlantska Bryggjan veruleiki

Nú grunnurin hjá A. P. Møller játtaði ætlanini 20 milliónir krónur í stuðuli, kann Vígdis Finnbogadóttir eykkaleys leggja ætlanina fram fyri Mogens Lykketoft, sum endaliga skal góðkenna ætlanina um norðuratlantiska mentanardepilin í Keypmannahavn

Eirikur Lindenskov


Við eini tilsøgn um stuðul upp á 20 milliónir krónur til stovnanina av einum norðuratlantiska miðdepli í tí gamla íslendskt grønlendska pakkhúsinum í Strandgade í Keypmannahavnar havn, hevur »A. P. Møller og hustru Chastine Mærk Mc-Kinney Møllres Fond til almene Formaal« nú tryggja fíggjarliga grundarlagið, soleiðis at ætlan gerst veruleiki.

Tann 11. mai 1999 gav danska stjórnin tilsøgn um at lata pakkhúsið til tað Norðatlantisku Bryggjuna - ein miðdepil fyri mentan, gransking og vinnu á »den gamle Grønlandske Handels Plads«.

Tilsøgnin var - umframt góðkenning frá játtanarmyndugleikunum - treytað av, at nevndin aftan fyri ætlanina kundi útvega neyðuga stuðulin frá norðuratlantisku stjórnunum eins og tryggja fulla fígging av ætlanini.

Við hesum grundarlag hevur nevndin við forkvinnuni, fyrrverandi íslendska forsetanum, Vígdis Finnbogadóttir á odda, vent sær til grunnin hjá A. P. Møller um stuðul.

Hetta hendi eftir, at tilsøgn varð givin frá teimum luttakandi, íslendsku stjórnini og landsstýrunum í Føroyum og í Grønlandi.

Grunnurin hjá A. P. Møller hevur boðað Vígdis Finnbogadóttir frá, at grunnurin stuðlar ætlanini við 20 milliónum.

Tá tilsøgn samstundis er fingin um realkredittlán til umvælingina, er við stuðlinum frá A. P. Møller fíggingin tryggað til neyðugu útreiðslurnar stovnan av miðdeplinum. Samstundis tryggjar stuðulin, at tann norðatlantiska Bryggjan eftir umvælingini fíggjarliga kann hvíla í sær sjálvum.

? Við hesum stuðlinum hevur grunnurin hjá A. P. Møller tryggjað fíggjarliga grundarlagið av Norðuratlantisku Bryggjuni á gamla Grønlendska Handelplássinum og samstundis stuðla stóru hugsjónunum um skapanina av eini felags miðstøð fyri norðatlantiska mentan, gransking og vinnu í Keypmannahavn.

? Eg veit, at tann Norðuratlantiska Bryggjan fer at hava stóran lut í menningini av sterku bondunum, sum eru millum lond okkara, segði Vígdis Finnbogadóttir.

? Hetta er bæði gávumikið og ógvuliga framskygt av Hr. Mærsk Mc-Kinney Møller at stuðla hesi ætlan, segði hon, tá tað frættist um avgerðina hjá grunninum.

Nevndin fyri Bryggjuna gleðir seg at hitta danska fíggjarmálaráðharran seinni í mánaðinum, tá positiva úrslitið skal leggjast fyri hann til góðkenningar.