Norðuratlantsbólkurin til Føroya

Teir tríggir fólkatingslimirnir í Norðuratlantsbólkinum koma til Føroya í vikuskiftinum at kunna føroyingar um arbeiðið hjá bólkinum.

Sunnnukvøldið fáa føroyingar høvi at hoyra Norðuratlantsbólkin greiða frá samstarvinum í Fólkatinginum og ætlanunum, sum bólkurin hevur.

Norðuratlantsbólkurin kemur til Føroya í vikuskiftinum, og sunnukvøldið verður ein almennur fundur í Norðurlandahúsinum, har teir tríggir fólkatingslimirnir fara at greiða frá virkseminum hjá bólkinum.

Tað vóru Høgni Hoydal og nývaldu grønlendsku fólkatingslimirnir, Kuupik Kleist úr Inuit Ataqatigiit og Lars Emil Johansen úr Siumut, sum stovnaðu Norðuratlantsbólkin eftir fólkatingsvalið 20. november. Tórbjørn Jacobsen hevur nú loyst Høgna Hoydal av í Fólkatinginum, og umboðar Tjóðveldisflokkin í Norðuratlantsbólkinum.

Endamálið við at stovna bólkin var at standa sterkari í arbeiðinum í Fólkatinginum, og málið hjá bólkinum er at vinna Føroyum og Grønlandi økt sjálvstýri.

Bólkurin ætlar komandi tíðina at fáa altjóða serfrøðingar at kanna, hvørjar møguleikar Føroyar og Grønland hava fyri at fáa økt sjálvstýri og annars at varpa ljós á støðuna hjá Føroyum og Grønlandi.

Hesar ætlanir sleppa føroyingar at hoyra nærri um, tá ið bólkurin heldur kunningarfund sunnukvøldið og tíðindafund mánadagin í næstu viku.
Seinni í ár fara teir tríggir fólkatingslimirnir til Grønlands at greiða grønlendarum frá virkseminum hjá Norðuratlantsbólkinum.