Norðuratlantsbólkurin eigur at halda fram

Skrivarin í Norðuratlantsbólkurin, Sjúrður Skaale, vónar, at Norðuratlantsbólkurin heldur fram eftir fólkatingsvalið 8. februar. -Okkara royndir vísa týðuliga, at vit gerast nógv sjónligari og betri hoyrd í einum sjálvstøðugum bólki á Fólkatinginum, sigur Sjúrður Skaale

-Eg haldi tað er 100 ferðir betri, at føroysku fólkatingsumboðini hava sín egna bólk á fólkatingi, enn at tey fara upp í ein danskan bólk í Fólkatinginum. Uttan mun, hvør flokkur kemur á Fólkating, er tað mín vón, at Norðuratlantsbólkurin heldur fram.
Sjúrður Skaale hevur verið skrivari í Norðuratlantsbólkinum síðan bólkurin var stovnaður stutt eftir fólkatingsvalið í 2001. Hann heldur, at arbeiðið í Norðuratlantsbólkinum seinastu hevur prógvað, at føroysku fólkatingsumboðini eru nógv sjónligari í Fólkatinginum, um tey virka í einum sjálvstøðugum bólki enn at stuðla einum donskum flokki.
-Okkara royndir vísa týðuliga, at vit gerast nógv sjónligari og betri hoyrd í einum sjálvstøðugum bólki. Síðan 1998 hava allir fýra teir størstu flokkarnir í Føroyum verið umboðaðir, og eg tori at pástanda, at vit hava verið nógv virknasti flokkur á Fólkatingið, sigur Sjúrður Skaale.
Nú Anders Fogh Rasmussen hevur skrivað út nýval, dettur bólkurin fyribils niðurfyri, og tað verður upp til komandi fólkatingsumboðini, um tey ynskja at bólkurin skal endurstovnast eftir valið 8. februar.
Norðuratlantsbólkurin er eitt tekniskt samstarv millum umboð fyri tríggjar flokkar á Fólkatingi. Seinastu trý árini hava Lars Emil Johansen, Kubik Kleist og Høgna Hoydal sitið í Norðuratlantsbólkinum.