Norðuratlantiskir tvídráttir

Herfyri gav forlagið Tinok út myndabókina Lys og skygge eftir Palle Kjærullf-Schmidt, við myndum úr Grønlandi, Føroyum og lutvíst Íslandi. Saman við myndunum hugleiðir myndamaðurin um lívið í Norðuratlanshavi, meðan hann sum ferðandi gevur sær góðar stundir og pláss fyri tí fremmanda

Palle Kjærullf-Schmidt, Lys og skygge  Fra Grønlands og Færøernes verden,
Tinok, 2006
-------------------------------------
Bókin er skipað sum ein innara samrøða við søguna, fólkið og mentanina, har høðru kontrastirnar í myndunum tykjast endurspegla tvídráttin, høvundurin sær sum eyðkenni fyri grønlendska og føroyska samfelagið.
Í myndum og tekstum møta grønlendingar danska høvundanum og myndamanninum við einum yvirskoti av egnari inuitmentan, sum tey royna at sameina við modernaða samfelagið. Kanska vita grønlendinar ikki reiðiliga, hvagar leiðin ber, men mentanararvurin er so sterkur, at tey onga løtu ivast í, hvar tey eru.
Øðrvísi er tað við føroyingum. Her møtir høvundurin einum tungum syndafikseraðum kristindómi, innara tvídrátti og støðugari ósemju um sambandið við Danmark. Kanska hava føroyingar ein so krampakendan hugburð mótvegis øllum, sum er danskt, júst tí føroyski samleikin ikki á ein nóg týðiligan hátt skilur seg frá tí danska? Man tað vera tí, føroyingar hava so nógv størri tørv á at vera tjóðskaparsinnaðir enn grønlendingar, spyr høvundurin, uttan tó at koma við nøkrum svari. Í staðin letur hann myndirnar tosa og lesaran hugleiða víðari.