Um tað er nakar sangur, ið hevur fylt nógv í hesum EM-endaspælinum, so man tað vera íspunni sangurin Will Grigg's on fire, ið snýr seg um ein norðurírskan áleypara, sum sat á bonkinum í øllum fýra dystunum, ið Norðurírland náddi at spæla í hesum endaspælinum.
Sangurin var á fyrsta sinni yrktur av fjeppara hjá enska Wigan, sum sat heima við hús í einum teldustóli. Hann eitur Sean Kennedy. Kennedy var somikið kreativur, at hann yrkti tvey løg við omanfyrinevnda heiti. Fyrst eftir lagnum hjá Alicia Keys, Girl On Fire, og síðani eftir lagnum Freed from desire hjá Gala. Tað er serliga tann seinni sangurin, ið mangur fótbóltsfjeppari um allan knøttin hevur tikið til sín. Fyri sín skapandi og nýggja sang hevur Sean Kennedy fingið eitt árskort til heimadystirnar hjá Wigan í komandi kappingarári.
Upprunaliga upptøkan hjá Sean Kennedy kann síggjast HER.
Tað er blivið sungið dúgliga um Will Grigg ígjøgnum alt EM-endaspælið, og tá ið ein stór móttøka var fyri norðurírska landsliðnum í Belfast, sum kom víðari úr bólkaspælinum í sínum fyrsta endaspæli síðani HM 1982, fór tað ikki óvæntað at snúgva seg um Will Grigg. Facebook-síðan Will Griggs on fire hevur lagt eina kykmynd út á Facebook, har tað enn einaferð verður sungið um Will Grigg. Tann upptøkan sæst HER. Kykmyndin er tíverri einans tøk á Facebook, og tí er neyðugt at scrolla eitt vet niður fyri at finna upptøkuna, har alt norðurírska landsliðið og Will Grigg standa á stórum palli.
Í farna kappingarári skoraði Will Grigg 25 mál í 35 dystum fyri Wigan, ið flutti upp úr triðbestu deildini í Onglandi í næstbestu deildina, The Championship.