Stjórnirnar í London og Dublin ávara nú teir norðurírsku politikararnar: Semjast tit ikki, fáa tit ongan stuðul frá okkum.
Teir báðir forsætisráðharrarnir, Tony Blair og Bertie Ahern, komu til Belfast í gjár at tingast við politikararnar har. Teir báðir boðaðu fyrr í ár frá, at teir eru til reiðar at virka fyri einari endaligari semju í Norðurírlandi, men at norðurírar fáa freist til tann 24. november. Megna teir ikki at skipa eina felags politiska umsiting til ta tíð, gevast teir báðir við sínum stuðuli.
Politiskir eygleiðarar í Norðurírlandi hava ikki góðar vónir um eina loysn. Teir vænta ikki, at tann 80 ára gamli protestantiski leiðarin Ian Paisley fer at samstarva við katólska flokkin Sinn Fein. Tvørturímóti hevur hann fleiri ferðir sagt, at eitt tílíkt samstarv kemur ikki upp á tal.
Verandi friðartætlan fyri Norðurírland er frá 1998. Hon sigur millum annað, at protestantar og katolikkar skulu skipa felags politiska umsiting, men enn er vápnahvíld tað einasta, sum er komið burturúr.