Norður- og Suðurkorea í vápnaðum bardaga

Suðurkorea hevur svarað aftur upp á eitt rakettálop frá Norðurkorea. Suðurkorea stendur fult tilbúgvið, skriva donsk bløð. Sambært suðurkoreanskum sjónvarpi hava norðurkoreanskar rakettir rakt suðurkoreansku oynna Yeonpyeong, har eldur er í útvið 60 húsum.

Fleiri fólk, teirra millum fýra hermenn, eru skadd, men higartil er ikki boðað frá nøkrum deyðsfalli.

Norðurkoreanska álopið sigst koma eftir at Suðurkorea hevur havt eina hernaðarvenjing, sum eftir øllum at døma hevur provokerað leiðsluna í afturlatna landinum.

Sambært suðurkoreansku sjónvarpsstøðini YTN regnaðu út móti 200 rakettir inn yvir Yeonpyeong fram til klokkan sjey føroyska tíð. Fleiri íbúgvar flýggja av oynni í útróðrarbátum.

Suðurkorea hevur longu svarað aftur við rakettálopi móti Norðurkorea, skrivar AP. Suðurkoreanska flogvápnið hevur sent F-16 flogfør í luftina at hava eyga við støðuni.

Suðurkoreanski forsetin, Lee Myung-bak segði í dag, at hann fer at gera alt, sum stendur í hansara makt fyri at sleppa undan, at hendingin fer at eskalera til eitt størri stríð.