Norðulandahúsið ein fjórðing størri

Gólvvíddin í Norðurlandshúsinum verður økt við 25 prosentum, tá útbyggingin verður liðug í apríl. Møguleikarnir verða munandi størri fyri húsið, sigur Niels Halm, stjóri Tvey fundarrúm og eitt ráðstevnurúm til 60 fólk í erva og eitt stórt ráðstevnu-, sjónleikar- og framsýningarrúm í neðra, er ítøkiliga úrslitið av útbyggingini av Norðurlandahúsinum. Tilsamans fær húsið slakar 700 fermetrar at búleikast í afturat, og hetta svarar til, at gólvvíddin verður økt við á leið 25 prosentum.

Hósdagin var reisigildi í nýggja tilbygninginum, sum verður knýttur til verandi hús við tveimum gongdum.

Stjórin í Norðurlandahúsinum gleðir seg til at taka nýggja bygningin í brúk.

- Nú hava vit frálíkar møguleikar at víðka virksemið, sum til dømis at gera meiri fyri børn og ung og at økja um ráðstevnuvirksemið, sigur Niels Halm, stjóri.

Hann vísir á, at longu síðsta ár vóru umboð fyri danska ráðstevnu-fyrireikarar í Føroyum og hugdu eftir umstøðunum, og hesi vóru sera væl nøgd við tað, tey sóu.

- Vit hava gjørt ráðstevnubransjuna vart við, at tað er líka so lætt at koma til Føroya at halda ráðstevnu, sum at fara til Aalborg. Og her fáa luttakararnir bæði eina náttúru- og atmosferu-uppliving, sum tey ikki fáa aðrastaðni, sigur Niels Halm.

Útbyggingin, sum bæði Mentamálaráðið og Tórshavnar kommuna hava stuðlað, verður liðug í apríl. Í sambandi við at nýggi tilbygningurin verður tikin í nýtslu, og at tað í ár eru 25 ár liðin, síðani Norðurlandahúsið varð bygt, fer húsið at skipa fyri stórum jubileumstiltaki fríggjadagin 9. apríl.