– Ein bilur rennur upp í bilin, sum koyrir frammanfyri. Vit hava ikki fingið boð um nakran fólkaskaða, men vit sendu tveir sjúkrabilar á staðið, tí sum oftast verða fólk kortini flutt á sjúkrahúsið til kanningar, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.
##med2##
Av tí at olja var komin á vegin vóru eisini boð eftir sløkkiliðnum, sum kom á staðið at vaska vegbreytina.
– Vit taka ongar kjansir í slíkum føri, tí olja á vegnum í einum tunli sæst ikki, so tað er sera vandamikið, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.
Tunnilin er nú opin aftur fyri ferðslu












