Norðskálatunnilin í tingið

Tíðindaskriv frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd:

Alfred Olsen, løgtingsmaður, hevur sett Bjarna Djurholm, landsstýrismanni, fyrispurning um trygdina í Norðskálatunnlinum. Alfred Olsen kallar tunnilin eitt myrkt kolanám og vísir á, at síðani 1976 eru 860 tons av tilfari dottin ella reinsaði undan loftinum í tunnlinum.

Tunnilin er sera myrkur og vátur, og koyribreytin er uppslitin. 2000 bilar koyra dagliga gjøgnum tunnilin, og nú allur inn- og útflutningur í framtíðini skal gjøgnum Havnina, so verður tunga ferðslan uppaftur størri.

Kostnaðurin av mest neyðugu ábótunum verður mettur til umleið 9 miljónir.

Alfred Olsen hevur spurt landsstýrismannin, um hóskandi upphædd verður sett av til tunnilin á komandi løgtingsfíggjarlóg, og løgtingið hevur samtykt, at landsstýrismaðurin skal svara fyrispurninginum.