Norðskála-Oyrar skúli 40 ár

Alment hátíðarhald verður í Norðskála-Oyrar skúla sunnudagin, har millum annað filmur og útvarpsbrot frá sjálvari vígsluni verða sýnd fram, umframt annað forkunnugt Í hesum døgum eru 40 ár liðin síðani Norðskála-Oyrar skúli varð vígdur. Í tí sambandi verður skipað fyri almennum hátíðarhaldi sunnudagin klokkan 16.00, har nógv forkunnugt og spennandi er á skránni.

Millum annað er eitt næmingayvirlit gjørt, ið vísir, at 329 næmingar hava gingið í Norðskála-Oyrar skúla. Hetta sama yvirlit vísir eisini, hvar gomlu næmingarnir búgva í dag og hvat teir starvast við.

Av øðrum forkunnugum er bæði sjónvarps- og útvarpsbrot, umframt gamlar myndir. Eisini hava fyrireikararnir fingið hendur á gomlum protokollum, ið føra smá 100 ár aftur ? protokollir frá gamla Oyrar skúla og Norðskála skúla.

Fyrireikararnir siga seg vóna at savna gamlar næmingar og avvarðandi, umframt onnur, ið hava áhuga fyri tiltakinum sunnudagin.

Skráin er henda:

- Filmur frá vígslu skúlans

- Brot úr útvarpssending, tá skúlin varð vígdur

- Framsýning við gomlum skúlamyndum

- Hugleiðing um skúlatíðina tá

- Næmingayvirlit yvir hesi 40 árini

- Kaffi og køkur