Norðsetur hevur nógv sethús í gerð kring landið. Umleið 20 mans arbeiða hjá byggifyritøkuni, og líkt er ikki til, at hesir gerast arbeiðsleysir, hvørki í ár, ei heldur næsta ár. Tað er Helgi Olsen, sum eigur og rekur fyritøkuna í Hvalvík, og hann sigur, at teir arbeiða við nýbygging í fleiri pørtum av landinum.
- Korona hevur ikki rakt okkum stórvegis. Tíbetur hevur eingin verið sjúkur, men vit hava eisini roynt at ansað væl eftir. Samskiftið millum skrivstovu og viðskiftafólk hevur verið øðrvísi í ár - á tann hátt, at færri fólk hava verið á gátt hjá fyritøkuni í Hvalvík.
Helgi Olsen sigur, at samskift serliga hevur verið um telefon og teldupost, og hann dylur ikki fyri, at tey eru mong, sum í hesum ári hava vent sær til fyritøkuna við fyrispurningum um bygging.
- Eg haldi ikki, vit kunnu siga, at korona hevur merkt okkara virksemi í stóran mun. Í summum førum hevur tað tikið eitt sindur longri tíð at fingið tilfar heim, og tí hevur eisini verið neyðugt at bílagt tilfar í góðari tíð, sigur stjórin.
Norðsetur byggir elementini til sethúsini í byggihøllini í Hvalvík, og síðan verða húsini sett upp og innrættað á staðnum. Í løtuni verður arbeitt við at byggja 1000 fermetrar aftrat teimum verandi hjá fyritøkuni.
- Tað fer ikki at taka langa tíð, til nýggi parturin stendur reistur. Uppíbyggingin fer at gera umstøðurnar hjá okkum enn betri, sigur Helgi Olsen, stjóri í byggifyritøkuni, sum hevur verið á marknaðinum við føroyskum sethúsaloysnum síðan einaferð í áttatiárunum.
##med2##