Tað munnu vera fáar byggifyritøkur í Føroyum, sum hava smíðað fleiri sethús, enn Norðsetur í Hvalvík hevur smíðað.
22 fólk, harav fýra lærlingar, eru knýtt at fyritøkuni, sum húsast Úti við Neyst í Hvalvík.
Stjórin og høvuðseigarin, Helgi Olsen, er væl nøgdur við gongdina og heldur fyri, at byggifyritøkan hevur arbeiði at gera væl inn í næsta ár.
Fleiri hús í gerð
Í løtuni hevur Norðsetur fleiri sethús í gerð ymsastaðni kring landið, og byggifyritøkan arbeiðir eisini í Leirvík, har frítíðarskúlin verður útbygdur.
Øll hús og bygningar annars - stórt sum smátt – sum Norðsetur byggir, verður smíðað í sektiónum Úti við Neyst.
Byggifyritøkan í Hvalvík, sum hevur tríati ár á baki, hevur hesi árini smíðað eini 900 sethús.