Í gjár kom fram, at tey umleið 170 fólkini, ið arbeiða á Kósini í Klaksvík ikki sleppa til arbeiðis mánadagin. At Jóhan Páll Joensen arbeiðir við eini samlaðari loysn fyri Maru Seafood, men at hann ikki er bjartskygdur. So tað kundi væl hent seg, at øll umleið 300 fólkini í Maru samtakinum missa arbeiðið í nærmastu framtíð.
Orsøkin til stóru trupulleikarnar, er, at allir partrolararnir hjá Maru fóru undir hamaran í fyrradagin, og tí fæst ikki nokk av ráðvøru til samtakið.
Norðís
Hóast Norðís ikki beinleiðis er tengt at skipunum, ið fóru á tvang í fyrradagin, sum bankin keypti, so er Maru somikið samantvinnað, at alt virksemi hjá Maru gevst, um Jóhan Páll Joensen ikki megnar at finna eina samlaða loysn fyri samtakið.
- Fíggingin liggur í høvuðsfelagnum, og fáa vit ikki eina loysn, so steðgar alt virksemi hjá felagnum. Vit fáa ikki nóg stórt útboð, um skipini ikki eru, og tí hava vit eina trupulleika. Tað vil siga, at Norðís eisini steðgar í dag. Sostatt sleppur ongin til arbeiðis mánadagin, sigur Jóhan Páll Joensen.
Samráðast
Í løtuni samráðast Føroya Banki og Maru um eina samlaða loysn fyri at halda virkseminum í gongd, men sambært Jóhan Pálli Joensen, er útlitini ikki nógv betri eftir fyrsta fundin, enn tey vóru áðrenn fundin.
- Vit líkasum kritaðu banan upp í gjár. Vit fara at forhandla víðari í næstu viku, men tað verður als ikki sum at siga tað at finna eina loysn. Alt má ganga upp í eina hægri eind, so vónirnar eru ikki so øgiliga góðar, greiðir Jóhan Páll Joensen frá.
Skipini hava skuldina
Maru Seafood hevur átt Kósina og partrolararnar í trý ár, og Jóhan Páll Joensen metir, at skipini eru trupulleikin.
- Skipini hava kvett heysin av okkum. Virkini hava yvirskot í ár, men skipini hava ikki klára seg. Hevði alt verið, sum tað átti at vera, so hevði tað gingið hjá okkum, men skipini hava ikki klára seg nóg væl, fortelur Jóhan Páll Joensen. Sum leggur afturat, at hann trýr uppá Maru, tí annars hevði hann ikki roynt at bjarga samtakinum.
Línuskipini, Grani og Fugltúgvan, hoyra eisini til samtakið, men hesi koma eru úti, og koma at vera í drift í eina tíð afturat sambært Jóhan Pálli Joensnen.










