Norðoyri fer aftur at vaksa

Eftir at Norðoyri seinastu árini ikki hevur havt stórvegis vøkstur, eru nú útlit til, at hesin býlingurin í kommununi fer at gera eitt lop uppeftir.

Áhugin fyri grundøkjum í Klaksvíkar Kommunu er sera stórur, og í næstum verða sjey kommunal grundøki latin niðan fyri vegin í nýggju útstykkingini á Norðoyri. Talan er bæði um vanligar kommunalar útstykkingar, og privatar byggingar av íbúðum, sum antin eru í gerð ella ávegis.
Gunnleyg K. Dánjalsson, fulltrúi á Teknisku Umsiting, upplýsir fyri heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu, at umsitingin nú er í ferð við at útluta sjey kommunal grundøki á Norðoyri.
- Í løtuni eru fimm av hesum sjey grundstykkjunum bjóðað umsøkjarum. Hesi hava tikið av, og í næstum verða skeytini skrivað. Eftir eru sostatt tvey grundøki, sum verða boðin teimum næstu á listanum, sigur hon.
Fyrr í summar boðaði kommunan annars frá eini aðrari verkætlan á lendinum oman fyri vegin á Norðoyri, sum fevnir um 20 íbúðareindir.
Sostatt eru útlit fyri vøkstri í fólkatalinum á Norðoyri komandi árini.