Hvønn týdning hevði tað at vinna heiðurin Ársins Átak?
Tað var heilt alvorliga well, sum eg eisini segði á Vinnudegnum. Hetta er eitt stórt herðaklapp til okkum og gevur okkum áræði til uppaftur meira.
Tú vart rørdur, tá tú tókst ímóti heiðrinum. Hví?
Tí eg eri kensluborin, men eisini tí eg nú veruliga geri tað, sum eg dugi allarbest, og leiðin at koma higar hevur verið drúgv, spennandi og sera avbjóðandi bæði fyri meg, familjuna og samstarvsfelagarnar. Nú er tað ikki bara eg, sum síggi tað, men eisini vinnan: There are no shortcuts!
Er konseptið hjá VILT leiðin fram í føroyskari ferðavinnu?
Tað veit eg ikki, og um eg visti tað, var eg vist ikki longur bara í VILT. Men VILT er leiðin fram hjá okkum og okkara samstarvsfeløgum, og fleiri og fleiri siga tað sama, so vit eru ikki á vilstari leið.
Tú ert klaksvíkingur í Suðuroy. Hví ert tú tað?
Konan segði, at annaðhvørt búgva vit í Havn ella í Suðuroy. Eg valdi Suðuroy, tí her hava vit familju rundan um okkum, sum hjálpir okkum við børnunum, men sanniliga eisini, tí at í Havn hevði eg verið partur av spælinum - her eri eg spælið.
Hvussu vilt tú lýsa títt sinnalag?
Jaligur, opin og elski at tosa og vera í góðum selskapi. Síggi møguleikar allastaðni og vil hava avbjóðingar. Slappi veruliga av, tá eg eri í góðum práti, um tað er yvir ein kaffimunn, til eina veitslu ella umborð á Smyrli.
Veitst tú onkra góða at siga lesarunum?
Ja, eg havi mangan undrast á, at tað í hátalaranum umborð á Smyrli verður sagt: “Til bilførarnar, ikki koyra í land, fyrr enn klárt er!" Í Havn er so ofta mjørki, at um vit aktaðu boðini, so vóru vit helst umborð enn. Ein onnur er um Sonhard, sum spurdi teir, ið stóðu í Skálafirði og fiskaðu, hvat teir fiskaðu. Teir svaraðu síl. Hann vildi so vita, hvussu nógv teir høvdu fingið. Onki, søgdu teir. So segði Sonhard: “Hvussu vita tit so, at tit fiska síl?”
Hvør er munurin á norðoyingum og suðuroyingum?
Teir hava hvør sítt sinnalag, og norðoyingar tosa ikki so nógv, men eg haldi, at norðoyingarnir hava eitt sindur størri dirvi at royna okkurt nýtt. Nú kemur bland í blóðið, so man tað ikki fara at broytast? Annars haldi eg, at suðuroyingar skulu fegnast um stóra tilfeingið í oynni.
Hvat er títt motto?
Taki 100 prosent ábyrgd av mínum lívi.
Hvørjar eru tínar størstu fyrimyndir?
Jesus, hann rúmar bara alt, og so klagaði hann ongantíð! Lærumeistarin hjá mær í Klaksvík, Óli Marner, hevur eisini sera nógvar dygdir, og so hevði hann tol við einum fýri sum mær. Fleiri onnur eru, til dømis Richard Branson, Livar Nysted og Steintór Rasmussen.
Hvussu er lagið, tá tú vaknar?
Øgiliga gott! Eigi tríggjar dreingir, sum elska at fara tíðliga upp. Tá eg sleppi at vera partur av teirra morgni, er tað sakin.










