Norðoyingar bíða

Í fyrsta lagi um ársskiftið 2005-2006 verður klárt at koyra undir Leirvíksfjørð

TUNNIL


Har eitt kjak endar byrjar eisini eitt nýtt. Soleiðis er tað so mangan, og nú Vágatunnilin verður hátíðarhildin, so liggur ein tunnil ? hóast tað ikki enn er nakar tunnil ? og spøkir.
Norðoyatunnilin undir Leirvíksfirði eru tað mong, ið bíða eftir.
Dávid Reinert Hansen, sum eisini er stjóri fyri Norðoyatunnilin, sigur, at norðoyingar og øll onnur í fyrsta lagi kunnu sleppa at koyra undir Leirvíksfirði um ársskiftið 2005-2006.
?Gjørt er eitt prosjekt, har tunnilin verður gjørdur fyri 325 milliónir. Treytað av øllum loyvum kunnu vit tøkniliga fara ígongd í vár, men fyrst má tann politiski parturin fáast frá hondini, sigur Dávid Reinert Hansen.
Arbeiðið verður mett at fara kosta 325 milliónir. Í løtuni eru broytingar í løgtingslógini um fast samband um Leirvíksfjørð til viðgerðar í tinginum. Málið liggur nú hjá Vinnunevndini.
Ætlanin hjá landsstýrismanninum í samferðslumálum, Bjarna Djurholm, er, at peningur skal játtast til arbeiðið á fíggjarlógini til og við 2009.
Áðrenn farast kann ígongd við arbeiðið, so skal landsstýrismaðurin eisini hava funnið eina loysn upp á trupulleikan við vegagerðini í Leirvík. Eingin loysn er funnin á trupulleikan, hvussu ferðslan skal leiðast úr Leirvík til minsta ampa fyri bygdina.
?Hetta skal vera komið upp á pláss, áðrenn vit kunnu fara í holt við okkara arbeiði og gera veg til tunnilin, sigur Dávid Reinert Hansen.
Hann nevnir, at teir skulu í hesum sambandi eisini fáa eina røð av loyvum, m.a. frá Friðingarnevndini í Leirvík.
Fæst ein loysn á trupulleikunum, so kann arbeiðið fara ígongd í vár. Arbeiðið verður fíggjað á sama hátt sum við Vágatunnilinum. Eitt byggilán og eitt langtíðarlán verða veidd P/F Norðoyatunnilin, og landið skal so við játtanum á fíggjarlógini gjalda byggiláni aftur, og tað verða brúkararnir,sum skulu standa fyri at gjalda langtíðarlánið aftur.
NCC, sum hevur gjørt Vágatunnilin, hevur indikerað fyri Norðatunnilin, at teir kunnu gera arbeiðið upp á Norðoyatunnilin fyri somu takstir sum Vágatunnilin við ávísum broytingum.
Eftir ætlan skal tunnilin fara av Borðoyarvík og koma upp miðskeiðis millum Leirvíksbygd og Brennistøðina.