Norðoyatunnilin steingjast fleiri tímar um samdøgurið

Eftir páskir verður fundur ímillum landsstýrið og býráðið í Eysturkommunu um vegin í sambandi við Norðoyatunnilin. Spyrst onki burtur úr, eru vit til reiðar at gera álvara av ætlanini um at stongja vegin, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri

- Finna vit ikki eina nøktandi semju eru vit til reiðar at ganga plankan út.
Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, sigur, at teir næstu dagarnir verða avgerðandi fyri um býráðið fer at krevja, at vegurin í samandi við Norðoyatunnilin verður stongdur ella ikki.
Eftir páskir skal fundur verða ímillum Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í innlendismálum, og býráðið í Eysturkommunu um vegin í sambandi við Norðoyatunnilin.
Fundurin er komin í lag eftir at býráðið herfyri einmælt noktaði at longja loyvið at knýta tunnilsvegin í tann kommunala vegin.
Samstundis hevur býráðið kravt, at er tað so, at vegurin, sum nú er til tunnilin ikki er ein partur av ætlaða framtíðarvegnum, men kemur at liggja sum ein blindtarmur, skal hann beinanvegin gravast upp, sáast við grasi, so at lendið kann handast aftur í sama standi, sum tað á sinni varð latið til vegin.
Orsøkin til at býráðið hevur tikið so ógvuslig stig, er, at tey nú hava mist tolið, eftir at ongin loysn framvegis er í eygsjón á vegnum ígjøgnum Leirvík í sambandi við tunnilin, hóast málið er fleiri ára gamalt.

Ganga plankan út
Síðani er fundur avtalaður við landsstýriskvinnuna og hann verður eftir páskir.
- Úrslitið av tí fundinum verður avgerandi fyri, hvat vit gera, sigur borgarstjórin.
Hann leggur dent á, at spyrst ikki eitt nøktandi úrslit burtur úr, eru tey til reiðar at ganga plankan út, sum hann málber seg.
Tað merkir, at býráðið fer at taka stig, sum bera í sær, at tunnilsvegurin verður stongdur ein stóran part av sólarringinum.
- Og tað verður rættiliga skjótt eftir fundin, at tey tiltøkini verða sett í verk.
- Vit hava eina einmælta býráðssamtykt at halda okkum til og hana mugu vit virða, leggur hann afturat.
- Tað er kommunan, sum skal geva loyvi til at binda í kommunalan veg, men tað loyvið hava vit givið undir skeivum fortreytum, tí onki er hent og sostatt er tað nú tikið aftur.
Annars leggur hann afturat, at tað er semja um, hvussu vegurin skal leggjast. Men Løgtingið til ikki játta neyðugu upphæddini, so at arbeiðið kann gerast og tað er har hundurin er grivin.

Avmarkaður stongsil
Hann sigur, at Býráðið hevur fingið tvey løgfrøðilig upprit um málið og eftir teimum er tað greitt, at tað er kommununan, sum hevur valdið á tí kommunala vegnum.
Hinvegin ber ikki til at stongja tunnilsvegin heilt.
- Men býráðið hevur fulla heimild at seta ein avmarkaðan stongsul í verk.
Tað merkir at vegurin skal stongjast, so at ferðslan bara verður leidd ígjøgnum ávísar tíðir eftir leiðbeining frá kommununi.
Merkir tað so, at vegurin verður stongdur ávísar partar av døgninum?
- Eg vil heldur siga, at tað merkir, at hann bara verður opin ávísar partar av døgninum, sigur Jóhan Christiansen.
Hvussu nógvar tímar, vegurin verður opin, dugir hann ikki at siga.
Men hann sigur, at helst verður tað gjørt soleiðis, at krav verður sent Norðoyatunlinum um at seta bumm fyri vegin, sum bara skal vera opin ávísar klokkutíðir, sum kommunan ásetir.
Ramasti álvari

- Hetta er ramasta alvor.
Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu kennir onki til tað, sum Annika Olsen førir fram omanfyri um, at samtyktin um at stongja vegin í Sambandi við Norðoyatunnilin er tikin aftur.
- Samtyktin stendur við, men tað er rætt, at vit hava parkerað hana til fundurin við Anniku Olsen hevur verið.
Úrslitið av fundinum verður avgerandi fyri, hvat víðari hendir, tí finna vit ikki eina semju, vit í býráðnum eru nøgd við, eru vit til reiðar at seta samtyktina í verk, sum í veruleikanum førir við sær, at ferðalan ígjøgnum Norðoyatunnilin verður stongd ein stóran part av sólarringinum.
Talan verður ikki um at stongja vegin heilt, tí so er mest sannlíkt, at krav verður sett fram um, at hann skal latast upp aftur út frá einum samfelagsligum neyðrættarligum sjónarmiði.
Men kommunan hevur myndugleika á kommunalum vegi og ongin kann forða okkum í at seta avmarkaðan stongsul í verk, sigur borgarstjórin.
Les eisini greinina: Vil ikki samráðast undir trýsti