Norðoyatunnilin næsta avbjóðingin

Hóast undirsjóvartunnilin millum Eysturoynna og Borðoynna enn bert er í hugaheiminum hjá fólki, so heldur løgmaður, at henda risastóra verkætlanin longu nú átti at fingið eitt navn.


Undirsjóvartunlar

Nú tunnilin undir Vestmannasund, sum bindur Streymoynna og Vágoynna saman, hevur fingið navnið Vágatunnilin heldur løgmaður tað vera heilt náttúrligt at kalla undirsjóvartunnilin undir Lorvíksfjørð fyri Noyðoyatunnilin. ?Vónandi taki eg ikki munnin ov fullan, men tað er greitt, at hetta navnið man verða góðtikið av øllum íbúgvunum í Norðoyggjum, tí tað er fyrst og fremst teimum hann skal gagna.

Anfinnur Kallberg heldur tað vera rætt nú at fara undir at tilrættaleggja hetta tunnilsprojektið, sum hann eisini metir kann fáa stóran samfelagsligan týdning. Meðan Vágatunnilin nøktar ein tørv hjá øllum føroyingum og ikki minst vágafólki, so hevur tunnilin til Norðoyggjar ikki minni týdning, tá hugsað verður um, hvussu stóran vinnuligan týdning nettup hesin parturin av landinum hevur fyri allan samfelagsbúskapin. Løgmaður heldur, at vit nú eiga at brúka royndirnar frá Vágatunlinum til at seta út í kortið næsta undirsjóvartunnilin í landinum. Nær hesin skal standa liðugur hevur løgmaður einki boð uppá. Hann heldur, at tað mugu vit lata vera upp til eina skipaða og væl tillrættalagda gongd. Hetta er eitt so stórt arbeiði, at einki má latast upp til tilvildina. Við royndunum frá Vágatunlinum sum barrlast heldur løgmaður, at tað v erður ein stór avbjóðing at fara undir næsta tunnilin av hesum slag. Hann ynskir vágafólki og øllum føroyingum og eisini teimum útlendingum, sum hava gjørt hetta møguligt hjartaliga tillukku. Her er talan um eitt væl útint verk, sum hevur sín fulla stuðul í øllum tí føroyska fólkinum. Tað sama vónar hann fyri Norðoyatunnilin.