Stóri knúturin í trætumálinum millum NCC og Vágatunnilin hevur eftir øllum at døma verið, hvussu krøvini til brunatrygdina skulu skiljast.
Semja er um, at norsku trygdarkrøvini skulu lúkast. Tey merkja millum annað, at eitt beton-lag á seks sentimetrar skal nýtast sum bjálving kring allan tunnilin.
Men seks sentimetrar eru ikki bara seks sentimetrar. Tað er nevnliga ymiskt, hvussu hetta krav verður ásett, og tað er fyrst og fremst hetta, sum hevur skapt óvissuna við Vágatunlinum.
Brunaumsjónin hevur ein tulking, sum sigur, at seks sentimetrar merkir, at lagið ongan tíð skal vera tynri enn seks sentimetrar. Punktum.
Ein onnur tulking er, at beton-lagið skal vera í miðal seks sentimetrar. Tá kunnu frávik niður í fimm sentimetrar góðtakast, samstundis sum tjúkd omanfyri níggju sentimetrar ikki verður roknað við í miðaltalinum.
Eftir øllum at døma hevur tað verið hetta seinasta, sum varð nýtt, tá Vágatunnilin varð gjørdur, og tað samsvaraði so ikki við fatanina hjá Brunaumsjónini.
Fyri at hetta ikki skal endurtaka seg við Norðoyatunlinum, er greitt avtalað, hvussu arbeiðið verður gjørt her. Her eru sonevndir njósnarar festir í tunnilin, áðrenn betonverjan verður sproyta á. Njósnararnir eru seks sentimetra langir pinnar, og soleiðis skulu hesir vera undir í betoni, áðrenn tjúkdin er í lagi. Altso ein framferðarháttur, har arbeiðsfólki visuelt fær eftirkannað dygdina alt fyri eitt.