- Verandi handilslív í Klaksvík er ikki nøktandi, og tí hevur tað stóran týdning at fáa eina handilsmiðstøð í býnum, sigur Eivind Jacobsen, sum sjálvur hevur roynt seg sum handilsmann í Klaksvík.
Klaksvíkingar fara aðrastaðni
- Sum eg síggi tað, so er tað eingin ivi um, at klaksvíkingar fara aðrastaðni at keypa, og við einum gjaldi uppá 200 krónur fyri at koyra ígjøgnum tunnilin, verður tað sera sjáldan, at eysturoyingar fara norður til Klaksvíkar at handla, sigur Eivind.
Hann minnir samstundis á, at fólk sum oftast fara fleiri ferðir at hyggja, áðrenn tey keypa klæðir og líknandi, men við verandi handilslívi fara eysturoyingar ikki at koyra til Klaksvíkar fleiri ferðir at hyggja eftir vørum.
Undir øllum umstøðum væntar Eivind, at handilslívið í Klaksvík fær tað sera trupult, um ikki handilsmiðstøðin verður bygd. Men hetta krevur samstundis, at leigugjaldið verður sømiligt, tí flestu handlar hava tað nóg trupult sum er, sigur Eivind Jacobsen.