Norðoya Frítíðar- og Ítróttarfelag, NFÍ, gjørdi dundrandi vrøvl, tá tað seinasta hóskvøld frættist, at norðoyastevnan skuldi flytast. Ein flyting, sum Róðrarsambandið, RSF, hevði gjørt av einvíst, og tað vildu tey í NFÍ ikki finna seg í.
Orsøkin til flytingina var, at Føroyar tann 2. juni spæla fótbóltslandsdyst móti Italia, men nú er so greitt, at norðoyastevnan ikki fer nakran veg. Tó er tann broyting, at kappróðurin hendan dagin byrjar klokkan 13.
Nýggja skráin fyri FM-stevnurnar er hendan:
Norðoyarstevnan 2. juni
Sundalagstevnan í Hvalvík 16. juni
Jóansøkan á Tvøroyri 23. juni
Eystanstevnan í Fuglafirði (Varmakelda) 30. juni
Fjarðastevnan á Strondum 7. juli
Vestanstevnan í Sørvági 14. juli
Ólavsøkan 28. juli