Norðoyameistaraheitið í Sjavs í morgin

Tað afturvendandi »Norðoyameistaraheitið« í sjavs verður hildið í Bygdahúsinum í Haraldssundi í morgin 1. mai.

Frá Bygdarfelagnum Ljósinum í Haraldssundi frætta vit, at undirtøkan plagar at vera góð til hetta tiltak, og tá tað í ár er ókeypis at koyra undir Leirvíksfjørð, vænta fyriskipararnir eisini nakrir luttakarar úr Eysturoynni, og kanska aðrastaðni við.

Føroya Bjór hevur stuðlað tiltakinum við steypum, so fýra tey fremstu pørini fáa steyp til ognar, eins og nummar eitt fær ferðasteypið at hava til næstu kapping, har øll sum hava vunnið frammanundan eru graverað í.

Kappingin byrjar í morgin 1. mai klokkan 13.