Norðoya Vistarheim fingið ein Berlingo

Í dag byrjar nýggi bilurin hjá Norðoya Vistarheimi at koyra døgurðar út til eldri í Klaksvík. Í nógv ár hava heilsuhjálparar heintað døgurðarnar á Vistarheiminum; til hesa koyring hava tær nýtt egnu bilar sínar. Tað eru virkir, feløg og privatpersónar, ið hava stuðlað tiltakinum

Norðoya Vistarheim hevur í nógv ár gjørt døgurðar til eldri, sum búgva heima, men ikki sjálvi eru før fyri at matgera.
Døgurðarnir eru síðani heintaðir av heilsuhjálparum, sum av vælvild hava nýtt sínar egnu bilar til hesa koyring.
Í februar tóku tey á Norðoya Vistarheimi, við dyggum stuðli frá nevndini, stig til at savna pening inn at keypa bil fyri.
Innsavningin hevur gingið væl, og longu nú eru tey á Vistarheiminum eydnusamir eigarar av einum Citroën Berlingo.
Virkir, feløg, stovnar og privatpersónar og búfólk á Vistarheiminum hava latið pening, so bilurin kundi keypast.
- So at siga allar fyritøkur í býnum hava stuðlað tiltakinum; sjálvt teir smæstu handlarnir, sigur Eydna Dragaberg, leiðari, á Norðoya Vistarheimi.
- Vit eru serstakliga takksom fyri ta góðu undirtøku, hetta tiltak hevur fingið, sigur Eydna.
Ein av góðveðursdøgunum í summar høvdu vit køkutombola uttanfyri Vistarheimið. Tað eydnaðist væl, og 20.000 krónur komu í kassan, sigur hon.
Bilurin tekur 5 persónar, og skal hann eisini nýtast til smáar útferðir og annan flutning hjá búfólkunum, sigur Eydna Dragaberg at enda.