Norðoya Sparikassi nýggjan stjóra

33 ára gamli Eyðfinn Reyðberg skal nú í heita stólin í Norðoya Sparikassa.

1. mai tekur hann við sum stjóri eftir Jóannes Poulsen, sum ynskti at fara frá.

Eyðfinn Reyðberg hevur starvast í Norðoya Sparikassa í 12 ár, og seinastu trý árini hevur hann verið í Danmark tikið HD í greinunum fígging, fyrisiting og leiðslu.

Nýggi og fráfarandi stjórin fara at arbeiða saman næstu vikurnar.