Roknskapir, ið vísa eitt metstórt úrslit, eru nærum hvønndagskostur í Føroyum. Norðoya Sparikassi hevur nú kunngjørt hálvársroknskapin, og hetta er ógvuliga góður lesnaður hjá stjóra og ábyrgdarum.
Norðoya Sparikassi hevði eitt úrslit uppá 11,2 milliónir krónur, áðrenn skattur varð latin, fyrra hálvár 2001. Hetta úrslitið er nærum tríggjar ferðir so stórt sum fyrra hálvár í fjør. Tá var úrslitið 3,9 milliónir krónur. Hálvársúrslitið er sostatt 7,3 milliónir betri enn fyrra hálvár í fjør.
Eyfinn Reyðberg er stjóri í Norðoya Sparikassa, og hann er sera væl nøgdur við hetta úrslitið, sum gjørdist munandi betri enn væntað. Tó heldur hann, at sparikassin ikki fær eins gott úrslit komandi hálvár.
Rentuinntøkur hækkaðar
Tað eru serliga rentuinntøkurnar og kostnaðarinntøkurnar, ið eru hækkaðar munandi samanborið við sama tíðarskeið í fjør.
Netto rentuinntøkurnar fyrra hálvár vóru 24,6 milliónir krónur móti 21,3 milliónum fyrra hálvár 2000. Hetta er ein vøkstur uppá 3,3 milliónir krónur ella 16%.
Netto kostnaðarinntøkurnar eru eisini hækkaðar munandi, og tær vóru 25,6 milliónir krónur. Hetta er ein vøkstur uppá 3,7 milliónir krónur ella 17%.
Orsøkin til henda vøksturin er serliga, at rentuinntøkurnar av lánsbrøvum eru øktar við 3 milliónum krónum. Lánsbrævagoymslan er nú 112 milliónir krónur størri enn fyrra hálvár í fjør. Annars hækkaði rentustøðið í mai 2000, og hetta ger, at bæði rentuinntøkur av lánum og rentuútreiðslur til innlán eru øktar.
Umframt at inntøkurnar eru hækkaðar, eru útreiðslur lækkaðar nakað. Útreiðslur til starvsfólk og umsiting eru lækkaðar við 800.000 krónum niður í 11,7 milliónir krónur. Hetta er ein lækking uppá 6,5%. Annars eru útreiðslurnar á leið tær somu sum tær vóru í 1999, tá tær vóru 11,5 milliónir krónur.
Fíggjarstøðan
Fíggjarstøða sparikassans fer á fyrsta sinni uppum 1 milliard krónur, og fíggjarstøðan er vaksin við 14 prosentum seinasta árið.
Hetta kemst av, at innlánið hetta tíðarskeiðið er økt við 15 prosentum ella 102 milliónum krónum. Útlánið er sama tíðarskeið vaksið við 16 milliónum ella trimum prosentum.
Eginpeningur sparikassans er nú 192 milliónir krónur. Hann er øktur 21,7 milliónir krónur ella 12,8% seinasta árið.
Gjaldføri er eisini gott. Kassapeningur, ogn hjá peningastovnunum og lánsbrøv eru 354 milliónir krónur móti 247 milliónum somu tíð í fjør. Sparikassin hevur ongantíð áður havt so stórt gjaldføri.