FÍGGJARVIÐURSKIFTI
Jón Brian Hvidtfeldt
Hálvársroknskapurin, sum leiðslan í Norðoya Sparikassa legði fyri Umboðsráðið á fundi norðuri í Mikladali hóskvøldið, er besti hálvársroknskapur hjá sparikassanum nakrantíð. 12,2 milliónir vóru í yvirskoti áðrenn skatt, og eginpeningurin í Norðoya Sparikassa er nú 213 milliónir krónur.
Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa, er væl nøgdur við úrslitið og væntar eisini, at samlaða úrslitið í ár verður betur enn í fjør. Í fjør hevði Norðoya Sparikassi 24 milliónir krónur í yvirskoti áðrenn skatt.
Hóast samlaði roknskapurin hjá Norðoya Sparikassa javnvigar við eini góðari milliard, so liggur tað ikki fremst í huganum hjá sparikassastjóranum at Norðoya Sparikassi skal vera sjónligur aðrastaðni í landinum, t.d. við at stovna deild í høvuðsstaðnum.
- Ein partur av okkara styrki er, at vit eru sjónligir í lokalsamfelagnum í Norðoyggjum. Vit merkja, at fólk stendur saman um Norðoya Sparikassa, og tað er eisini okkara samleiki, identitetur, sum peningastovnur, sigur Eyðfinn Reyðberg. Hann leggur afturat, at skuldi Norðoya Sparikassi víðkað um sítt landfrøðiliga øki, so er meira sannlíkt, at tey høvdu stovnað eina deild afturat í Eysturoynni, heldur enn í høvuðsstaðnum.
Sethúsalánini mynda umleið helmingin av útlánunum hjá Norðoya Sparikassa, og samanlagt eru umleið tveir triðingar av útlánunum til privat, meðan ein triðingur eru útlán til vinnuna. At sethúsalánini, serliga við 1.veðrætti, fevna um so stóran part av útlánunum er við til at skapa stabilitet, sigur Eyðfinn Reyðberg, men leggur afturat, at tey heldur ikki geva so stóran vinning til peningastovnin. Norðoya Sparikassi fer tó framvegis at leggja dent á at privatu lánini skulu vera størsti parturin av útlánunum, heldur enn vinnulánini, sum tíðum hava størri vága við sær.
Norðoya Sparikassi hevur ongar ætlanir um at umskipa seg til partafelag, hóast Føroya Sparikassi hevur gjørt tað. Norðoya Sparikassi sær í løtuni ongar fyrimunir við at umskipa seg, og metir at kunna røkja síni áhugamál við verandi bygnaði. Eyðfinn Reyðberg metir støðuna hjá Norðoya Sparikassa at vera nakað øðrvísi enn hjá Føroya Sparikassa, sum í dag verður rikin sum partafelag.