Klaksvík:
Boðini um at Føroya Sparikassi fer at lata deild sína aftur í Sandavági um hálvan februar, hava fingið fleiri privatpersónar at ringja til Norðoya Sparikassa við áheitanum á stovnin um at lata eina deild upp harvesturi. Eisini borgarstjórin í Sandavági hevur verið í sambandi við peningastovnin í Klaksvík. Hetta vátta bæði kommunuskrivarin í Sandavági, Albert Thomassen og stjórin í Norðoya Sparikassa, Eyðfinn Reyðberg.
? Fleiri ringdu harvestruri frá mikudagin og spurdu seg fyri, og vit fara at taka hetta upp á leiðslufundi sum skjótast, sigur Eyðfinn, sum sostatt váttar, at tað ikki er heilt óhugsandi, at Norðoya Sparikassi kann lata eina deild upp í Sandavági.
Norðoya Sparikassi hevur fleiri smáar deildir ? eitt nú á Viðareiði og í Leirvík. Og Eyðfinn samanber Sandavág við Leirvík, har munurin á fólkatalinum í bygdunum báðum er um 100 fólk.
? Vit hava royndir á hesum økinum, og vit vita eisini, hvat skal til fyri at fáa eina slíka deild at bera seg. Men tað er ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt enn, sigur stjórin í Norðoya Sparikassa.
Eyst og vest
Um nú tað skuldi verðið so, at Norðoya Sparikassi fer at lata eina deild upp vesturi í Sandavági, so viðgongur stjórin beinanvegin, at hetta er uttanfyri økið, sum stovnurin hevur í dag. Men hetta heldur hann ikki vera nakran stórvegis trupulleika. Serstakliga ikki, tá batanir á samferðslukervinum verða havdir í huga.
? Har er undirsjóvartunnil, og gongd er komin á Norðoyatunnilin, so um eini tvey ár, verður tað ikki meira enn ein tími til Sandavágs úr Klaksvík, og tað er ikki meira enn til Havnar, so tað dugi eg ikki at síggja sum nakran trupulleika, sigur hann.
Eisini vísir hann á, at bæði støðini eru í útjaðaranum í landinum við at høvuðsdeildin liggur í eystri, meðan ein møgulig deild í Sandavági kemur at liggja í vesturi.
Bíligar deildir
Hann greiðir frá, at tað er ymiskt, hvussu deildirnar hjá Norðoya Sparikassa verða koyrdar. Sum dømi kann nevnast, at deildin á Viðareiði er opin tríggjar dagar um vikuna frá klokkan 11 til 16 í leigaðum hølum. Útreiðslunar av deildini eru sostatt ikki so høgar, og tí ber hon seg. Eitt annað, sum eisini hevur nógv at siga er, at stovnurin hevur ein stóran part av viðskiftafólkunum á Viðareiði.
Eyðfinn ásannar tó, at gongdin er tann vegin, at færri deildir verða, men tað veldst eisini um, hvussu høgt tað verður miðað viðvíkjandi tænastustøðinum, heldur hann.
? Um ein stovnur skal hava tvey fólk í arbeiði og ein dýran bygning, ja, so sigur tað seg sjálvt, at tað verður ov dýrt at hava eina lítla deild, sigur hann. Norðoya Sparikassi hevur lagt seg eftir ikki at hava ov høgar útreiðslur av smáu deildunum, og letur tað til at eydnast væl hjá teimum, sambært Eyðfinni.
Um so hetta fer at enda við, at Norðoya Sparikassi fer at lata eina deild upp í Sandavági, ber ikki til at siga sum nú er. Men áheitanir eru komnar til stovnin, og at áhugin frá stovninum er tilstaðar, er hervið staðfest.










