Eins og flestu aðrir peningastovnar fyrireikar Norðoya Sparikassi seg til 30. september í ár, tá ið statsveðhaldið fyri øllum innlánum sambært Bankapakka 1 gongur út. Við árslok 2009 hevði sparikassin innlán frá peningastovnum og viðskiftafólkum fyri tilsamans 2,0 mia.kr. Øll hesi innlán hjá sparikassanum eru tryggjað sambært Bankapakka 1 fram til 30. september í ár, tá ið statsveðhaldið í Bankapakka 1 gongur út.
Sum ein liður í at fyrireika sparikassan til broytingarnar eftir 30. september, hevur sparikassin, eins og aðrir peningastovnar, nýtt møguleikan í Bankapakka 2. Tað vil siga, at Norðoya Sparikassi hevur søkt um individuelt statsveðhald. Upphæddin, ið søkt er um, er 1 mia.kr., sum svarar til helvtina av áðurnevndu innlánum sparikassans.
Tann 15. juni undirskrivaði Norðoya Sparikassi avtalu um individuelt statsveðhald, sum ber við sær, at sparikassin hevur møguleika, fram til 31. desember í ár, at læna upp til 1 mia. kr. við statsveðhaldi.
Tann 28. juni tók sparikassin sambært hesi avtalu lán upp á 650 mió.kr. Lánið fellur til gjaldingar í seinasta lagi 28. juni 2013, men tað ber eisini til at gjalda tað aftur fyrr enn so. Nordea Bank hevur staðið fyri lántøkuni.
Við hesi lántøku hevur sparikassin møguleika at endurfíggja stuttfreistað innlán, sum kunnu falla til gjaldingar í ár og komandi ár, umframt at lánið tryggjar gjaldføri sparikassans frameftir. Lántøkan fer sostatt ikki til at økja um útlánsvirksemi sparikassans.
Henda lántøka samsvarar við varna gjaldførispolitikk sparikassans. Hóast møguleikar eru fyri tí, so metir sparikassin tó ikki, at tað verður tørvur á at læna meiri pening sambært hesi avtalu, sigur Norðoya Sparikassi á heimasíðu síni.










