Norðoya Sparikassi 9,5 milliónir í avlopi

Úrslitið áðrenn skatt í 2019 var eitt avlop á 9,5 milliónir krónur. Eginognin rentaði við 3,9% og solvensurin var 21,7% við árslok 2019

Vøksturin í útlánum var 3,2% ella 60 milliónir krónur. Útlánini øktust úr 1.886 til 1.947 milliónir krónur, skrivar sparikassin í tíðindaskrivi.

Vøksturin í innlánum var 4,4% ella 100 milliónir krónur – úr 2.302 milliónir krónur upp í 2.403 milliónir krónur. Innlánsavlopið var 456 milliónir krónur við ársenda 2019.

Áhugin fyri at seta pening í ábyrgdarfæ er framvegis stórur og líkt er til, at ábyrgdarar hava álit á sparikassanum og eru væl nøgdir við rentuna, sum í løtuni er 4%. Samlaða ábyrgdarfæið var 25,2 milliónir krónur við árslok 2019 í mun til 20,8 milliónir krónur við ársbyrjan. Hetta er ein øking á 4,4 milliónir krónur ella 21,3%.


Gjaldføri og solvensur

Gjaldførið er gott. Við ársenda 2019 var yvirdekningurin í mun til lógarkravda gjaldførið 174%.

Eisini solvensurin er góður. Við ársenda 2019 var solvensurin 21,7% sammett við 20,5% árið fyri.

Samanumtikið er sparikassin væl nøgdur við gongdina í 2019.


Norðoya Sparikassi 100 ár

Árið 2019 var eitt merkisár, tí 24. septembur 2019 vóru 100 ár liðin, síðani Norðoya Sparikassi varð stovnaður, og hetta hátíðarhelt sparikassin at gjøgnum alt árið.

Á hvørjum ári er ein røð av mentanarligum og ítróttarligum tiltøkum, sum sparikassin stuðlar og í 2019 hevur sparikassin verið serliga sjónligur í sambandi við hesi tiltøk og dagar.

Orsakað av koronasmittuni er umboðsráðsfundurin fyribils útsettur - meira verður at frætta seinni, skrivar Norðoya Sparikassi í tíðindaskrivi.