Norðoya Sparikassi bleiv 100 ár 24. september 2019, men dagurin varð ikki hildin rættiliga fyrr en í dag – við “buldur og brak”. Eitt stórt hátíðarhald fyri bæði vaksnum og børnum var í KÍ-Høllini og Badmintonhøllini seinnapartin í dag.
Í KÍ-Høllini var stór skrá fyri teimum vaksnu, har m.a. varð borðreitt við fjølbroyttum munnbitum úr sjónum, sum kokkurin, Gutti Winther stóð fyri saman við m.a. kokkanæmingum á Tekniska skúla.
Ja, har var alt gott til góman at fá - umframt køkur, kaffi og annað gott, so var gott skerpikjøt frá Hattarvík, skinka og ostur frá Múla, fiskabitar frá Gadus, royktur laksur í góðum súrróma-blandi saman við m.a. reyðleyki. Eisini sildabitar og suppur. Jú, har var borðreitt við øllum hugsandi - eisini svalandi drikkum frá Føroya Bjór.
Í Badmintonhøllini varð borðreitt við ymiskum góðum til børnini. Har hugnaðu tey sær við Silva og Bubu, Silvakonsert, Mariu á Lakjuni, Kulum Rótum, Inga og Danny og so Bubu-show, so børnini, mammurnar og ommurnar keddu seg ikki.
Annars var í KÍ-Høllini klassiskur tónleikur við Serenade Trio, stjórin, Marner Mortensen bjóðaði vælkomin, Lena og Niclas, John P. Danielsen, nevndarformaður helt røðu, 17 Sangarar sungu, Helgi Jacobsen legði fram 100-ára minnisrit sparikassans, Teitur Lassen, Hallur Joensen, samrøða millum fyrrverandi danska forsætisráðharran Lars Løkke Rasmussen og DR vertin Anders Lund Madsen um m.a. hvussu Lars Løkke og konan, Sólrun hittust á fyrsta sinni, og hvussu tað annars var at vera “føroyingur”.
Til endans sang Eivør Pálsdóttir, sum altíð er hugtakandi. Eitt framúr flott og hugtakandi hátíðarhald í báðum hallunum, sum tó at tað var tignarligt varð hildið í einum sera fólksligum og avslappaðum anda.
Samstundis vóru leiðandi starvsfólk og nevndarlimir Sparikassans klødd í føroyskum klæðum, sum greiddi frá, at hetta er ein serligur dagur – og tað kendist tað sanniliga eisini sum.
Ein tíma eftir, at alt var liðugt í hallunum og stovnar í býnum eisini høvdu fingið ein smakk av mongu góðu bitunum, Norðoya Sparikassi hevði at bjóða, var stórt fýrverk á Akursmørk.
Takk fyri ein frálíkan dag við ynski um góð næstu 100 ár!
##med2##
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##ms##