Norðoya Sambandsfelag: Eftirlýsir orðaskifti um Fólkaskúlarnar í Klaksvík

Fólkaskúlarnir í Klaksvík eru hart sperdir og hava alt ov leingi verið raðfestir aftarlaga.

Tí eru nógvir átrokandi trupuleikar, sum tað skulla finnast loysnir upp á.
Vit vilja gera vart við at vit ígjøgnum umboð okkara í býráðnum stuðla øllum ætlanum sum kunnu verða við til at betra um viðurskiftini hjá skúlunum.

Ósáskúlin
hevur hart brúk fyri fleiri stovum, og tí tekur Norðoya Sambandsfelag undir við teimum útbyggingarætlanum sum Klaksvíkar Býrað arbeiðir við í løtuni. Men vit gera vart við at felagið metir at hesar útbyggingar neyvan koma at nøkt framtíðar tørvin hjá skúlanum.

Skúlin á Ziskatrøð
Norðoya Sambandsfelag harmast um at ongar umvælingar vóru gjørdar á Skúlan á Ziskatrøð í ár. Vit harmast um at annað arbeiði bleiv tikið framm um skúlan. Samstundis fegnast vit um at býráði hevur sett tilsamans 5 milliónir av á fíggjarætlanini fyri komandi ár.
Orðaskiftið um Fólkaskúlan
Norðoya Sambandsfelag eftirlýsir einum orðaskiftið um Fólkaskúlarnar í Klaksvík og hvussu teir skulu síggja út í framtíðini.
Eitt broytt orðaskiftið um Fólaskúlan í Klaksvík, er alneyðugt, um vit skulu verða framman fyri vøksturin í fólkatalinum og tað menning í samfelagnum, sum ein undirsjóartunnil um Leirvíksfjørð uttan iva fer at hava við sær.
??????????
Norðoya Sambandsfelag/
Erika Elttør, Betta Joensen, John William Joensen, Manni Høgnesen, Poul Juul Vilhelmsen