Norðoya Kunningarstova gerast sjónligari

Ferðavinnan í Norðoyggjum hevur sett nýggjan leiðara, og í tí sambandinum verður almenn móttøka hósdagin

 

Klaksvík: Fyrsta dagin í mars tekur Christian Olsen við starvinum sum leiðari á Norðoya Kunningarstovu, og hendan dagin verður almenn móttøka á Kunningarstovuni í Klaksvík.

Bygnaðurin fyri Kunningarstovuna verður samstundis broyttur nakað, og arbeiðsuppgávurnar verða meiri fjølbroyttar.

Almenna móttøkan verður hósdagin frá klokkan 16.00 til 18.00 í hølunum hjá Norðoya Kunningarstovu í býráðshúsunum.


Sjónlig

Seinastu dagarnar hevur Kunningarstovan verið afturlatin, meðan onkrar broytingar hava verið gjørdar í hølunum

? Nevndin hevur longu sett út í kortið fleiri ynski um, hvussu Kunningarstovan skal koma at virka í framtíðini, og vit vóna, at norðoyingar koma at taka væl undir við arbeiðnum hjá Kunningarstovuni, sigur Finn Johannesen, formaður í nevndini fyri ferðavinnuna í Norðoyggjum.

Nevndin ætlar, at Norðoya Kunningarstova skal gerast ein sjónligur partur av handilslívinum, ferðavinnuni, vunnulívinum og mentanini í Norðoyggjum.