Danmark hevur dikterað møguleikarnar fyri sjálvstýri, og vil tí ikki geva føroyingum sjálvum nakað hóskandi val.
Hetta halda teir nýggju norsku felagsskapirnir, sum hava handað Einari Steensnæs, formanni í Stórtingsins uttanlandsnevnd, eina áheitan, um at stuðla føroyingum í sjálvstýrisstrembanini.
Norsku felagsskapirnir staðfesta, at føroyingar mugu fáa rætt til at avgera sína egnu framtíð. Og tískil heita felagsskapirnir á Stórtingið um at stuðla føroyska fólkinum.
? Nú hevur danska Fólkatingið samtykt, at samráðingar ikki skulu vera aftur við føroyingar, so leingi føroyingar vilja út úr ríkisfelagsskapinum. Hetta mugu norskir myndugleikar vísa frá sær, segði Astrid Sverresotter Dypvik, leiðari av Norsk Målungdom, tá áheitanin varð handað.
Gera einki
Stórtingið fer kortini ikki at blanda seg uppí viðurskiftini millum Føroyar og Danmark.
Einar Steensnæs, formaður fyri Stórtingsins uttanlandsnevnd, gjørdi greitt, at tað sjálvsagt eru føroyingar sjálvir, ið skulu avgera sína egnu framtíð. Men samstundis segði hann, at uttanlandsnevndin ikki ynskir at blanda seg í innanhýsis viðurskifti í Danmark. Hann lovaði at leggja áheitanina fyri nevndina og segði, at hann fylgdi málinum við áhuga.
Blaðstjórin Audun Skjervøy, sum er ein av stigtakarunum, var ikki nøgdur við viðmerkingarnar frá Einar Steensnæs.
? Eg haldi, at Stórtingið má vera greitt í síni talu. Tað er bæði ein moralsk og søgulig skylda at venda eyguni vestureftir, segði hann.
Stigtakararnir til áheitanina vóru mentanaravísin Dag og Tid og felagsskapurin Norsk Målungdom. Harafturat stuðlaðu Noregs Ungdomslag, Senterpartiet, Rød Ungdom, Senterungdommen, Noregs Mållag, Norsk-Færøysk lag, tíðarritið Syn og Segn, Bul Oslo og Vestmannalaget áheitanini.










