Noreg fekk ein góða byrjan í EM-hondbóltskappingini í Serbia. Norðmenn spældu í kvøld tann fyrsta dystin. Hann var ímóti Slovenia og endaði við norskum sigri 27-26. Hálvleiksstøðan var javnleikur 14-14.
Norðmenn byrjaðu dystin sera væl og fingu seks mál, áðrenn slovenar fingu tað fyrsta. Men so komu slovenar fyri seg og stríddu seg upp á javnt í móti steðginum. Í seinna hálvleiki fór slovenska liðið framum, og eitt skifti vóru teir frammanfyri við trimum málum. Men norðmenn javnaðu og fóru framum og hildu sær omaná tað, ið eftir var av dystinum.
Noreg og Slovenia eru í bólki saman við Kroatia og Íslandi, sum spæla nú.