Norðmenn vilja ikki hoyra talan um at fara upp í Evropasamveldið. Í einari nýggjari meiningakanning siga heili 74,8 prosent av teimum spurdu nei til ES-limaskap. Bara 17,2 prosent siga ja.
Tey, sum hava gjørt kanningina, siga, at býtið millum ja og nei er á leið tað sama, sum tað hevur verið teir seinastu mánaðirnar.
Norskir fjølmiðlar siga tað vera áhugavert, at 69 prosent av veljarunum hjá tí borgarliga Høgraflokkinum eru ímóti limaskapi í ES, tí júst hesin flokkurin hevur verið serliga hugaður fyri at fáa Noreg upp í samveldið. Mótstøðan millum Høgra-veljararnar er fimm prosent størri nú enn í einari tilsvarandi kanning í mars.










