Norðmenn vænta innrás

Tað er ikki óhugsandi, at meiri enn 100.000 eysturevropearar koma á norska arbeiðsmarknaðin tey næstu árini

ArbeiÐsmarknaÐur
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk

Tann 1. mai næsta ár koma tey eysturevropeisku londini upp í Evropasamveldið, og tá stendur tað fólki í Eysturevropa frítt at royna eydnuna í tveimum vesturevropeisku londunum. EBS-sáttmálin ger, at hetta fer eisini at umfata Noreg, sjálvt um landið ikki er í ES.
Í einari nýggjari frágreiðing, sum norskir búskaparfrøðingar hava skrivað, stendur, at helst fara ímillum 10.000 og 20.000 eysturevropearar at leita sær til Noregs um árið, eftir at arbeiðsmarknaðurin er latin upp. Higartil hevur arbeiðsmegin ferðast lítið ímillum ES-londini og EBS-londini. Hetta kemst serliga av málsligum trupulleikum, øðrvísi mentan og sterkum familjubondum, siga norsku búskaparfrøðingarnir.
Men teir vænta ikki, at hesi viðurskiftini fara at hava so stóra ávirkan í framtíðini, og kemst tað av tí sera stóra lønarmuninum ímillum Eystur- og Vesturevropa, og harafturat er arbeiðsloysið munandi størri eystanfyri enn vestanfyri. Hesi viðurskifti fara at gera, at nógvir eysturevropearar fara at leita sær vestureftir, og Noreg verður eitt av londunum, sum fólk fara at leita til.
Búskaparfrøðingarnir leggja afturat, at streymurin av eysturevropearum til Noregs fer at leggja ein doyvara á lønarvøksturin í Noregi í komandi árum.