Norska heilsuverkið óttast fyri, at ein kvinna, sum er deyð á Ullevål sjúkrahúsi, var smittað við hundaøði. Um so er, er hetta fyrsti tilburður í 200 ár, skrivar VG.
- Vit hava ein lítlan illgruna, og møguliga er hon deyð av øðrum. Men av tí at hundaøði er so álvarslig sjúka, vilja vit einki vága, sigur Karin Rønning, lækni og deildarleiðari á norska Fólkaheilsustovninum, við NTB.
Kvinnan er úr Asia, men hevur búð leingi í Noregi, skrivar tíðindastovan. Ein roynd, sum varð tikin fyri einum mánaði síðan, vísti andevni móti hundaøði funnin. Tað kann benda á, at kvinnan er smittað.
Í næstu viku fara nýggj kanningarúrslit, um kvinnan hevði sjúkuna. Skyldfólk og heilsustarvsfólk, sum hava havt samband við kvinnuna, verða nú koppsett fyri hundaøði.
Tey, sum verða koppsett í tøkum tíma, fáa ikki sjúkuna, tí tilgerðartíðin fyri hundaøði er long, út ímóti einum ári, sigur Karin Rønning.
Hundaøði er deyðilig virussjúka, sum ger seg inn á nervalagið hjá dýrum við heitum blóði. Sjúkan finst í 150 londum í øllum heimspørtum uttan Avstralia og Antarktis.
Í ídnaðarlondunum er sjúkan mest millum vill djórasløg, men kann haðani eisini verða borin húsdjórum og menniskjum.
Alheims heilsustovnurin metir, at 50-70.000 fólk um allan heim doyggja av hundaøði um árið. Flestu teirra eru børn í India og Afrika, og nærum øll eru tey bitin av hundi.
Sjúkan smittar við kropsvætu, vanliga av biti. Hundbit verður vaskað við sápu, og tann bitni eigur beinanvegin at verða koppsettur og fáa heillivág. Um hetta ikki verður gjørt, fær tann smittaði oftast sjúkuna eftir trimum til tólv vikum - sjáldan meir enn einum ári. Øll, sum fáa sjúkueyðkenni, doyggja av sjúkuni.
Sjúkueyðkenni eru pína kring bitið, fepur, høvuðpína og møði. Síðan koma órógv og angist, krampi og ógvusligur atburður. Onkuntíð verður tann sjúki lammaður uttan at fáa krampa fyrst. Við ongari viðgerð doyr tann sjúki eftir tveimum til sjey døgum.
Seinasti tilburður av hundaøði millum norðmenn var í 1815. Millum dýr fanst sjúkan síðstu ferð í 1826. Koppingarevni fyri hundaøði kom í 1885. Tað, sum nú verður brúkt, kom í 1976, skrivar VG.
Mynd: Kvinnan doyði á Ullevål sjúkrahúsi (Foto: NTB Scanpix)