Norðmenn syftu sviar

Um Kroatia einki stig vinnur ímóti Fraklandi, verður Svøríki partur av hálvfinaluni

Danmark staðfesti í kvøld sína støðu sum suverenur vinnari av miðbólki tvey í EM endaspælinum í hondbólti. Eftir at tað leingi gekk javnt á, so glapp hjá dønum í seinna hálvleiki, og sigurin ímóti Makedonia var so sannførandi sum 31-20.

Týskland og Spania fara kl. 19.30 at spæla um at verða partur av hálvfinaluni.

 

Í bólki tvey vann Noreg sera tøttu og spennandi grannauppgerðina ímóti Svøríki 28-25. Tað ber við sær, at hvørki Noreg ella Svøríki sleppa uppí part í hálvfinaluni

Klokkan 19.30 hittast Frakland og Kroatia. Úrslitini fyrr í dag bera við sær, at tað er greitt, at Frakland hevur tryggjað sær pláss í hálvfinaluni. Um Kroatia eisini skal vera partur av hálvfinaluni valdast, um Kroatia vinnur í minsla lagi eitt stig í kvøld. Annars verður tað Svøríki, sum fer avstað við plássinum, tí Svøríki vann innanhýsis uppgerðina ímóti Kroatia.