Ein positiv frágreiðing frá norska íløgufelagnum Holberg Fondene um Bakkafrost staðfestir, at norðmenn hava stóra tiltrúgv til virksemið hjá føroyska vinnufelagnum. Norska HegnarOnline hevur tikið frágreiðingina frá Holberg Fondene undir luppin og ein av søgunum, hesin miðilin hevur heft seg við, er, at føroyska Bakkafrost verður drigið fram sum »månedens selskap«.
HegnarOnline sigur, at samanborið við feløg í somu vinnu, so metir íløgufelagið Holberg Fondene, at tá tað kemur til eginognina fer Bakkafrost at geva eitt avkast á 21 prosent, samanborið við seks prosent hjá kappingarneytunum. Í greinini verður millum annað víst á, at Bakkafrost framleiðir laks bíligari enn nakar annar av evropeisku kappingarneytunum.
HegnarOnline skrivar annars stutt um søguna hjá Bakkafrost og virksemið í dag. Les greinina í HegnarOnline her: www.hegnar.no/bors/article670600.ece
Mynd: Skermprent av HegnarOnline