Norðmenn siga kortanei til ES-limaskap

Norðmenn vilja ikki hoyra talan um, at Noreg skal søkja um limaskap í Evropasamveldinum. Tað hava fleiri meiningakanningar víst, og tað verður eisini staðfest í einari nýggjari kanning. Í henni siga knappliga 64 prosent nei til ES-limaskap. 26 prosent siga ja.

Formaðurin í felagsskapinum ímóti norskum ES-limaskapi sigur við fjølmiðlarnar, at hann er væl nøgdur við kanningarúrslitið, tí tað vísir, at ein stórur meiriluti av fólkinum vilja ikki upp í ES, og at hesin meirilutin hevur verið støðugur í teimum kanningunum, sum eru gjørdar tað seinasta árið.