AVLEIÐINGAR
Nú føroysk skip so gott sum eru liðug við sín part av eginkvotuni av makreli á tilsamans 85.000 tons, verður bíðað eftir, hvørji stig Noreg og ES fara at taka sum svar upp á, at Føroyar í ár tóku seg úr samstarvinum um makrelin.
- Eg havi skilt, at norskir keyparar hava ringt og sagt, at teir neyvan fara at tora at keypa sild frá føroyskum skipum í heyst. Ein slík avgerð kann koma at raka føroysku nótaskipini meint. Norðborg framleiðir hinvegin sína veiði umborð. Veiðan verður landað í Føroyum og endar sum oftast langt burturi í øðrum londum, eitt nú í Rumenia og Bulgaria.
Jón Rasmussen, sum í skifti við bróðirin, Boga Rasmussen, er skipari á Norðborg, sigur, at teir faktiskt slett ikki eru raktir av slíkum, sum hini nótaskipini kunnu gerast rakt av.
- Tá føroyski nótaflotin eigur fleiri tusund tons eftir av norðhavssild, kann ein slíkur landingarstongsul í Noregi fáa stórar avleiðingar fyri hendan partin av flotanum, sigur skiparin.