Hóast tríggir norskir laksaalarar eru útihýstir frá russiska marknaðinum, peika pílarnir fyri norskan laks í Ruslandi beint upp.
Tað skrivar norska Aftenbladet.
Higartil í ár er laksaútflutningurin til Ruslands vaksin við einum fjórðingi í mun til metárið 2010. Ein trðingur av útflutningsvøkstrinum av norskum laksi í ár er farin til russiska marknaðin.
Russisku matvørumyndugleikarnir siga seg hava funnið listeriabakteriur hjá trimum norskum laksaalarum, sum fyri tveimum vikum síðani eru útihýstur frá russiska marknaðinum. Fleiri halda, at hetta er ein reaktión upp á, at norsk vaktarskip hava tikið russiska trolaran, Sapfir II í Svalbardøkinum.
Rusland hevur nógvar møguleikar at søkja rættvísi í hesum málinum. Til dømis er Rusland ein av størstu fiskamarknaðunum hjá Noregi, segði talsmaðurin fyri russisku fiskarínevndina, Alexandr Saveliev, við blaðið Kosomolskaja Pravda fyri tveimum vikum síðani.
Men fiskarítalsmaðurin hjá norska útflutningsráðnum í Ruslandi, Jan Erik Johnsen, sigur seg ikki kenna til trupulleikar við útflutninginum av norskum fiski til Rusland. Russar, sum traditionelt hava keypt nógva norska sild, hava fingið størri og størri áhuga fyri norskum laksi.
Tríggir alarar eru útihýstir, og tað er sjálvandi óheppi fyri teir. Men tað eru framvegis 31 norskir alarar, sum flyta út laks til Rusland, og vit síggja onga minking í útflutningsnøgdini orsakað av útihýsingini av teimum trimum, sigur Jan Erik Johnsen við NTB, sambært Aftenbladet.