Norðmenn og russar samdir um Barentshavið

Samlaða kvotan minkar við umleið 13 prosentum

Norra og Russland blivu í síðstu viku ásamdir um fiskiskapin eftir toski í Barentshavinum. Tað skrivar Vinnuhúsið á heimasíðuni.


Nýggja semjan millum strandarlondini inniber, at samlaðan kvotan fyri 2018 verður 775.000 tons, ið er 115.000 tons minni í fjør. Tað er ein lækking á kvotuni við 12,9 prosentum.


Orsøkin til, at londini hava minkað um kvotuni er tí at stovnsmetingar síðstu árini hava víst, at minni er til av toski í Barentshavinum, men kortini verður roknað við, sambært Vinnuhúsinum, at kvotan hækkar aftur næsta ár.


Upplýst verður eisini, at kvotan á hýsu er ásett til góð 200.000 tons, sum er ein minking á umleið 31.000 tons.